Steinatún klárt í komandi viku

2016-07-20 14:46 Author image
Jákup Højgaard

Nógv umrødda arbeiði í Steinatúni verður liðugt í komandi viku, sambært Biritu Wardum, býararkitekti í Tórshavnar Kommunu. 

Arbeiðið, sum skal verða liðugt til ólavsøku, er komið so mikið langt nú, at asfalterað verður í dag, so økið kann latast upp aftur í komandi viku, sigur hon. 

Talan er um eitt torg, sum verður gjørt við gamla Bank Nordik bygningin í sambandi við nýggja bussterminalin í Steinatúni. Í fyrstu atløgu verða nøkur fyribils trø sett á torgið, hetta til ætlaðu trøini, eru før fyri at verða flutt aftaná summar. 

Umskipaða ferðslan í miðbýnum kann møguliga væntast, at koma í rættlag aftur longu fríggjadagin. 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður