Kommunan letur upp í Steinatúni

2016-07-26 23:23 Author image
Simona Midjord

Í morgin, mikudagin, klokkan 10 verður hátíðarløta í sambandi við, at atkomuhæddin í gamla bankabygninginum hjá Bank Nordik í gongugøtuni í Havn er liðug, samstundis sum 1. byggistig av umskipanini av Steinatúni eisini er liðug.

Visit Tórshavn, sum seinastu mongu árini hevur hildið til í Gamla Bókhandli, flytur inn í bygningin í morgin, og seinni verður eisini apotek og kaffistova í atkomuhæddini.

Borgarstjórin og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini halda røðu, og framsýningin ”Kongaligar vitjanir í Havn frá 1844 til 2016”, sum varð gjørd í sambandi við drotningavitjanina í farna mánaði, verður eisini sýnd fram. Framsýningin verður opin nakað inn í august mánað.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður