Miðið hægri við Stella Polaris

2017-02-19 15:12 Author image
Sigmund Vang

- Upprunaliga hevði eg ímyndað mær, at høvuðsvinningurin skuldi vera einar 80.000 til 100.000 krónur, soleiðis at tað veruliga gjørdi mun, og kanska kundi leggja lunnar undir eitt tónlistarligt frálæruskeið í útlandinum – eitt sonevnt scholarship.

Tað sigur Jóhan Mortensen, sum var tann, ið tók stig til kappingina, tá hann sat í musikkskúlanevnd Tórshavnar býráðs fyri átta árum síðani.

Høvuðsvinningurin er í løtuni 25.000 krónur.

- Tað er einki at finnast at í sambandi við sjálva kappingina og tann mátan hon er skipað. Alt riggar sera væl, og tað er hugaligt at síggja, hvussu høgt støðið er. Men tað er einki at ivast í, at okkara tónleikarar eftirhondini eru so góðir, at hendan kapping kundi verið enn størri og harafturat havt ein altjóða dám, sum hevði við sær, at vinnararnir sluppu út um landoddarnar í sambandi við teir vinningar, sum slík kapping kann lata, sigur Jóhan Mortensen.

Stella Polaris kappingin hevur verið hildin tríggjar ferðir, í 2014, 2015 og 2017. Sum skilst er ætlanin, at kappingin skal verða hildin annaðhvørt ár, men tað heldur Jóhan Mortensen einki um.

- Slík kapping eigur at vera á hvørjum ári, og tað var eisini tað, sum vit arbeiddu við upprunaliga, sigur hann.

Jóhan heldur, at grundarlag er fyri at halda slíka kapping hvørt ár, tí talið og talentið er ivaleysa stórt, og verður slík kapping hildin hvørt ár, so er eisini størri kjansur fyri at menna hana.

- Vit hava sæð fleiri mentanartiltøk detta niðurfyri, um tað ikki er eitt ávíst reglusemi – til dømis Prix Føroyar – so Stella Polaris kapping árliga økir um kjansin fyri, at hon yvirlivir, sigur Jóhan Mortensen.


Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð

  

  

placeholder

Meira langlesnaður