Ein vísindalig superstjørna í Mentanarhúsinum í dag

2016-08-24 10:45 Author image
Dimma

Stephen Hawking heldur í dag klokkan 16 fyrilestur í Danmark. Fyrilesturin, sum langt síðan er útseldur, verður hildin í DR Konsertsalinum. Carlsberg-grunnurin skipar fyri, og fleiri túsund fólk royndu at fáa atgongumerki. Tey 1800 atgongumerkini vóru seld eftir einum korteri, og fyrireikararnir valdu tí at geva møguleikan at fylgja fyrilestrinum í úrvaldum biografum í Danmark, og tað hava nógv tikið til sín.

Stephen Hawking er ein heilt serstakur alisfrøðingur, sum samstundis er heimsgitin fyri sína persónligheit og gransking. Tí er tað eitt kvett, at føroyingar á sama hátt í dag kunnu síggja fyrilesturin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, ið skipar fyri mentanarviku um dagarnar.

Mentanarhúsið hevur saman við Televarpinum fingið í lag samstarv við Carlsberg-grunnin, soleiðis at fyrilesturin kann stroymast beinleiðis til Føroya.

Fyrilesturin hjá alisfrøðinginum Stephen W. Hawking kallast ”Quantum Black Holes” og snýr seg um eitt tað størsta loyndarmálið hjá alheiminum: Hvat eyðkennir svørt hol í sambandi við uppruna heimsins? Og hevur vísindin skilt tey rætt? Hawking hevur granskað spurningin alt sítt lív og er vorðin tann størsta stjørnan á vísindahimmalinum.

Stephen W. Hawking er breti. Longu sum 21 ára gamal fekk hann staðfest sjúkuna ALS, sum ger teg avlamnan. Læknarnir søgdu, at Hawking helst bert hevði fá ár eftir at liva. Hann er nú vorðin 74 ára gamal og er ein av heimsins fremstu granskarum. Hann er tó avlamin og fær einans tosað gjøgnum eina teldu.

Stephen Hawking er víðagitin fyri síni atstøði um svørtu holini og uppruna alheimsins. Í 2014 fekk hann av álvara støðu sum ”celebrity”, tá ið filmurin ”The theory of everything” kom út. Filmurin snúði seg um hansara lív - og kærleikslív – og hann viðger nakað av tí, sum Hawking hevur granskað. Fyri filmin fekk høvuðsleikarin Eddie Redmayne eina Oscar-virðisløn.

Hvat hendir, um tú dettur í eitt svart hol? Ber til at ferðast ígjøgnum tað í tíð? Hvør er uppruni alheimsins? Tað eru slíkir sera umfatandi og spennandi spurningar, sum Hawking lýsir á ein fangandi hátt, og føroyingar kunnu uppliva í Mentanarhúsinum seinnapartin í dag. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum mh.fo

 

placeholder

Meira langlesnaður