Stjólu heilivág frá djóralæknanum

2016-05-31 11:07 Author image
Dimma

Tað sá heldur ógvusligt út, tá ið løgreglan í morgun avbyrgdi viðarlundina og fór inn við hundum at leita.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir fyri dimma.fo, at tveir mans – annar í 20’unum og hin í 30’unum – eru handtiknir og avboyringar fara fram í løtuni.

Menninir hava brotið inn hjá djóralæknatænastuni, sum liggur beint við, og teir hava stolið ymsan heilivág, sproytur og annað.

Talan er um ymiskt, sum til ber at rúsa seg við, og menninir eru ikki ókendir hjá løgregluni, upplýsir vakthavandi, sum enn ikki dugir at siga, um menninir ætlaðu at selja víðari ella brúka heilivágin sjálvir.

Løgreglan ger framhaldandi kanningar í málinum, og síðan skal støða takast til, um menninir verða settir fyri eina dómara til grundlógaravhoyring, ella um teir verða latnir leysir aftur.

placeholder

Meira langlesnaður