Stjórnarskipanin aftur á breddan

2016-05-09 14:24 Author image
Dimma

Floksformenninir í samgonguni verða nú boðsendir í Tinganes at viðgera eina føroyska stjórnarskipanarlóg.

Spurningurin um eina nýggja stjórnarskipan er bæði ein varði og ein snávingarsteinur hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Málið um einar sjálvstøðugur Føroyar er púra greitt hjá Framsókn og Tjóðveldi, meðan Javnaðarflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin, sum vit kenna hann.

Tí verður neyðigt at finna eina semju, sum gongur øllum pørtum á møti. Tað merkir óivað, at rætturin hjá føroyingum at skipa egin viðurskifti verður staðfestur, og ein gongd leið fyri at loysa Føroyar úr ríkinum verður greidd. Samstundis skal stjórnarskipanin rúma teirra skipan, vit liva undir, uttan tó at binda okkum fast í hana í allar ævir.

Sambært samgonguskjalinum skal stjórnarskipanin staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Sagt verður eisini, at ein fólkaatkvøða um eina nýggja stjórnarskipan skal haldast í Føroyum í seinasta lagi 2017.

Drúgt og umfatandi arbeiði er longu gjørt við stjórnarskipanini í fleiri umførum. Byrjað varð longu í upprunaligu fullveldissamgonguni, men tá var málið eitt annað. Nú verður hetta arbeiðið tikið uppaftur, og ætlanin er sambært Kringvarpinum, at floksformenninir skulu gera eitt uppskot saman við serkønari hjálp á Løgmansskrivastovuni. Sostatt skal eitt uppskot snikkast til, sum siglir millum tey politisku og løgfrøðiligu skerini, og tey eru ikki so fá.

Hvussu verður og ikki, so hava floksformenninir góðar vónir um, at til ber at smíða eitt uppskot til føroyska stjórnarskipan, sum er omanfyri politisku málini hjá flokkunum. Tá samanum kemur verður tað føroyska fólkið, sum tekur støðu til uppskotið.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður