Fólkið ræður: Nýggj stjórnarskipan skal nú standa sína roynd

2016-05-18 08:41 Author image
Dimma

Nú fríggjadagin fara formenninir í teimum trimum flokkunum í landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn á fund um stjórnarskipanarlógina. Málið er at finna eina semju um eina nýggja stjórnarskipan, sum ein breiður meiriluti í løgtinginum og fólkinum kann taka undir við.

Sambært samgonguskjalinum skal ein nýggj stjórnarskipan staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017, tá ið politisku flokkarnir á Føroya løgtingi hava viðgjørt og samtykt eina stjórnarskipanarlóg, ið fólkið skal taka støðu til.

 

Ein avgerandi roynd

Málið um eina stjórnarskipan, sum nú byrjar, kann gerast ein verulig roynd hjá landsstýrinum. Tað ljóðar, at flokkarnir undir samgongusamráðingunum longu hava funnið eina semju, men greitt er, at flokkarnir hava hvør sítt yvirskipaða politiska mál í sjálvstýrisspurninginum. Framsókn og Tjóðveldi hava tjóðarfrælsi ovast í sínum skjaldramerki. Javnaðarflokkurin er enn sum áður samríkisflokkur, sum ongar ætlanir hevur um útliman úr  ríkinum.

Hetta kemur eisini til sjóndar við tað, at Javnaðarflokkurin fleiri ferðir hevur staðfest í sambandi við komandi stjórnarskipanarlógina, at “talan ikki er um nakað loysingarskjal”. Og hinumegin vilja Framsókn og serliga Tjóðveldi undir ongum umstøðum góðtaka eina skipan, sum endaliga staðfestir, at grundlógin er ovasta lógin í Føroyum.

Har liggur tann knúturin, sum formenninir í samgonguflokkunum nú byrja við at loysa, áðrenn stjórnarskipanin fer víðari í politisku skipanini, fyri síðan at vera send til fólkið at taka støðu til. Tað fólkið, sum allir flokkar á tingi eru samdir um, ræður í Føroyum.

 

Frá stati til støðu

Arbeiðið við stjórnarskipanarlógini byrjaði fyri góðum 16 árum síðan undir fullveldislandsstýrinum, sum vildi loysa Føroyar frá Danmark og skipa Føroyar sum fullveldi. Tá var so talan um eina grundlóg, sum var oman fyri øllum øðrum lógum í Føroyum.

Hóast fullveldislandsstýrið steðgaði, áðrenn komið varð á mál, helt arbeiðið við lógini yvir øðrum lógum í Føroyum fram. Nú er talan ikki longur um eina grundlóg í einum sjálvstøðugum stati, men kortini snýr tvídrátturin á politiskum stigi seg millum annað um, á hvørjum rættarstigi stjórnarskipanarlógin er. Er hon undir donsku grundlógini, ella er hon evsta lóg í Føroyum?

Onkursvegna skal ein stjórnarskipan staðfesta støðuna, vit liva undir, samstundis sum hon vísir á, hvussu vit lima okkum úr hesari skipan. Og her liggur bæði møguleikin og størsta forðingin fyri einari semju, sum eisini var við til at kollsigla einari breiðari semju seinast.

Tjóðveldi fer ikki at viðurkenna verandi grundlóg, tí føroyska fólkið ongantíð á fólkaatkvøðu hevur staðfest hana fyri Føroyar. Hinir flokkarnir vilja hinvegin staðfesta tann veruleika vit liva undir. Tí tað er ein sannroynd, at vit eru í felagsskapi við Danmark. Alt annað er gykl.

 

Fólkið skal ráða

Undir øllum umstøðum skal stjórnarskipanarlógin staðfesta, at føroyska fólkið er keldan til alt vald í Føroyum. Tað kunnu allir flokkar helst semjast um, tí tað er sjálv grundin undir okkara fólkaræði. Fólkið ræður. Og hvussu sjálvsagt tað so ljóðar, so er tað her, at knúturin liggur.

Tí hvussu kann føroyska fólkið ráða í Føroyum, um danska grundlógin liggur omanfyri bæði stjórnarskipan og heimastýrislóg? Hvør letur nú hvørjum valdið? Lata føroyingar dønum ein part av valdinum í Føroyum at umsita? Ella eru tað danir, sum gjøgnum heimastýrið lata føroyingum vald at umsita? Eitt vald, sum teir so kunnu taka aftur? Kanska er tað líkamikið, so leingi vit finna eitt stað at standa á og eina leið hiðani og frameftir.

Danskir forsætisráðharrar hava altíð snildisliga tosað við tveimum tungum í hesum máli. Teir hava altíð staðfest, at føroyingar fáa ta skipan, vit vilja hava, og teir fara ongantíð at ganga ímóti einum føroyskum ynski. Samstundis hava teir so staðfest, at ein føroysk grundlóg merkir loysing, tí tað ber ikki til at hava tvær grundlógir í sama ríki. Og loysingin hevur nakrar avleiðingar, siga teir.

Hvør loysnin verður, sum landsstýrissamgongan sendir til fólkaatkvøðu longu um eitt gott ár, er ikki greitt enn. Kanska er loysnin als ikki at nevna donsku grundlógina. Ella bara at viðurkenna, at hon er har uttan at taka støðu til hana. Sama hvussu verður, so skal fólkið taka endaliga støðu í 2017. Um tað kemur so langt hesa ferð.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður