Støðan enn ógreið í Katalonia

Mynd: epa.eu

Støðan enn ógreið í Katalonia

2017-10-19 13:23 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Carlos Puidgemont vil samráðast við sponsku stjórnina, áðrenn hann fer víðari við arbeiðinum um at lýsa Katalonia sum sjálvstøðugt land.

Spanska stjórnin er tó ikki sinnað til at samráðast, og leggur dent á, at Puidgemont sjálvur skal taka støðu til um Katalonia skal lýsast stjálvstøðugt ella ikki. Spanska stjórnin, við forsætisráðharranum, Mariano Rajoy á odda, vísir á at fólkaatkvøðan hjá katalonum um loysing frá Spania var ólóglig, og tískil ætlar spanska stjórnin ikki at samráðast við Katalonia.

Eisini hevur spanska stjórnin hótt við, at um Katalonia velur at lýsa seg sjálvstøðugt, er møguleiki fyri at grein 155 í sponsku grundlógini verður tikin í nýtslu. Grein 155 gevur sponsku myndugleikunum heimild til at ógilda katalanska sjálvstýri.

Puidgemont hevur nú boðað frá, at um spanska stjórnin ikki vil samráðast so fer katalanska tingið møguliga at atkvøða um eina formliga sjálvstýrislýsing. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður