Stór mál fyri tingið í dag

Stór mál fyri tingið í dag

2017-09-14 10:23 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Klokkan 11 í dag er tingfundur. Í dag skulu tvey mál av stórum týdningi leggjast fyri tingið. Talan er um annað uppskotið hjá samgonguni um fiskivinnunýskipan, hitt er uppskot hjá løgmanni um stjórnarskipan. Tað skrivar KVF.

Bæði uppskot blivu latin løgtinginum áðrenn freistina, tí er væl møguligt at tey verða løgd fyri tingið longu í dag.

Løgtingsformaðurin skal hoyra frá løgfrøðingunum hjá Løgtinginum, um teir hava nakrar viðmerkingar til málið. So kunnu framløgur av málinum byrja.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður