Stór mótmæli við amerikanskar sendistovur í Libanon og Indonesia

Mynd: epa.eu

Stór mótmæli við amerikanskar sendistovur í Libanon og Indonesia

2017-12-10 10:34 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur vakt stóra øði, í stórar partar av muslimska heiminum.

Tað kemst av, at Donald Trump, í farnu viku kunngjørdi, at hann viðurkendi býin, Jerusalem, sum høvuðsstaðin í Ísrael. Í sama viðfangi kunngjørdi hann eisini, at hann vildi flyta amerikonsku sendistovuna úr Tel-Aviv til Jerusalem. Tað upplýsir heimasíðan hjá DR.

Jerusalem er, sambært einari altjóða avgerð, bæði israelskur og palestinskur høvuðsstaður í einari tvístats-avtalu. 

Fleiri lond mótmæla nú avgerðini hjá Donald Trump. Í Libanon og Indonesia fara stórar mótmælisgongur fram. Í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut, eru mótmælisgongurnar frammanfyri amerikansku sendistovuna, og nakað ófriðarligar. Løgreglan er á staðnum, og skjýtur bæði við vatni og táragassi eftir teimum mótmælandi. Mótmælisfólkini veittra við palestinskum fløggum.

Í Indonesiska høvuðsstaðnum, Jakarta, fara mótmælisgongur eisini fram. Tað verður mett, at umleið 10.000 fólk mótmæla frammanfyri amerikansku sendistovuni í Jakarta.

placeholder

Meira langlesnaður