Stór spreinging á eysturrískari gassverksmiðju

Mynd: epa.eu

Stór spreinging á eysturrískari gassverksmiðju

2017-12-12 15:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ein tekniskur feilur á einari stórar gassverksmiðju í Baumgarten, Eysturríki, hevur skapt stóran skaða. Higartil vita miðlar at siga, at umleið 17 fólk eru særd í spreingingini og í øllum førum ein persónur er deyður. Talið av særdum er tó ikki heilt eftirfarandi enn.

Spreingingin hendi orsakað av einum gassleidningi, ið rennir í jørðini. Spreingingin var lítil at byrja við, men nógvur vindur gjørdi, at tað skjótt broyttist til ein stóran eld.

Gassverksmiðjan liggur tætt við markið til Slovakia, og er ein pumpistøð fyri náttúrugass frá Russlandi. Umleið 50 fólk starvast á verksmiðjuni.  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður