Stóra Bretland nýggjan forsætismálaráðharra í dag

2016-07-13 09:08 Author image
Jákup Højgaard

Á middegi í dag fær Stórabretland sín fyrsta kvinnuliga forsætismálaráðharra í fimtan ár. Ráharraskifti verður á Buckingham Palace eftir at David Cameron hevur havt sín síðsta vikuliga spyrjitíma, Prime Minister's Questions, á middegi í House of Commons. Síðan fer Cameron til drotningina at biða hana loysa seg úr starvi. 

Eftir tað verður Theresa May kallaði á borgina, har hon verður biðin um at skipa eina nýggja stjórn. Síðani flytir hon inn í nummar 10 Downing Street, sum forsætismálaráðharri. Hon fer at hava ein strævnan dag fyri sær við at velja ráðharrar og seta stjórnina saman eftir stóra Brexit ruðulleikan. 

Theresa May, sum hevur siti sum innlendismálaráharri í seks ár, er næsti kvinnuligi forsætismálaráharrin í Stóra Bretlandi eftir Margret Thatcher.

placeholder

Meira langlesnaður