Sjúkrahúsverkið er undir trýsti

2016-06-29 11:22 Author image
Dimma

Úteiðslurnar til heilsutænastur fara at økjast við umleið 150 milliónum krónum fram til 2040. Hetta svarar til umleið 120 milliónir krónur til sjúkrahústænastur.

Tað verður staðfest í Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, ið var handað Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum í gjár.

Livialdurin hjá bæði monnum og kvinnum hækkar, og lutfallið av íbúgvum í arbeiðsførum aldri minkar. Hesar broytingar økja um trýstið á almennu útreiðslurnar,  samstundis sum inntøkurnar frá skatti minkar. Tað vil siga, at færri skulu gjalda fyri ein størri tørv á heilsutænastum í framtíðini.

Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið sæst her


Framgongd kostar
Ein vøkstur á 120 milliónir krónur til sjúkrahústænasturnar byggir bara á framrokningarnar í fólkatalinum.

Ein onnur gongd er, at medisinsk gransking og nýskapan geva nýggjar viðgerðarmøguleikar, heilivág og medisinska útgerð í stórum tali. Fleiri og fleiri sjúkur kunnu viðgerast – ofta tryggari og betri enn áður. Eitt álvarsligt hjáárin er, at heilsuútreiðslurnar økjast støðugt.

Í øllum vesturheiminum vaksa heilsuútreiðslurnar skjótari enn restina av búskapinum, staðfestir frágreiðingin. Eitt nú eru útreiðslurnar til heilivág øktar við umleið 25 prosentum síðstu fimm árini. Av hesum er bara ein triðingur frá øktum útreiðslum til verandi heilivág.

­- Størsta økingin kemst av, at nýggjur heilivágur kemur fram.  Hetta er gott fyri nógvar sjúklingar, sum ikki áður hava kunnað fingið hjálp, staðfestir frágreiðingin.

Samstundis batnar viðgerð sum heild í sjúkrahúsverkinum, og tað økir eftirspurningin.

- Tá ið rætta viðgerðin kann geva okkum fleiri góð ár at liva, so rokna fólk við, at sjúkrahúsverkið kann geva okkum hana – sjálvt um vit eru vorðin gomul. Tað økir eftirspurningin, sigur frágreiðingin.


Trot á heilsustarvsfólki
Fleiri eldri fólk í Føroyum og økti tørvurin á tænastum merkir, at tørvur er á fleiri heilsustarvsfólkum. At føroyska sjúkrahúsverkið longu nú manglar fleiri serlæknar, ger bara avbjóðingina og tørvin á loysnum enn størri.

Læknatrotið í Føroyum ger, at tað er uppaftur truplari at fáa aðrar læknar hendan vegin, tí ábyrgdin og arbeiðstrýstið hjá einstøku serlæknunum verður so stórt. Løgtingið hevur sett pening av til at seta serlæknar í starv, men tað er ein trupulleiki at útvega læknar sum heild. Haraftrat eru nógvir av verandi serlæknum komnir væl til aldurs, og tí er trupulleikin vaksandi.

Trotið á heilsustarvsfólki snýr seg ikki bara um serlæknar, men eisini um aðrar starvsfólkabólkar sum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og aðrar.


25 tilmæli
Avbjóðingarnar eru stórar, og arbeiðsbólkurin hevur 25 tilmæli um broytingar og batar fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Millum verður mælt til at seta 20 milliónir krónur yvir fýra ár til at seta serlæknar í føst størv. Mælt verður eisini til at stovna læknaútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya og at skipa fyri starvsfólkaumbýti við sjúkrahús uttanlands.

Les eisini: Ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini

Les eisini: Politisk uppílegging køvir føroyska sjúkrahúsverkið

placeholder

Meira langlesnaður