Útbyggingin liðug tíðliga komandi vetur

2017-03-16 10:20 Author image
Sigmund Vang

Seinasta sperrumodulið til nýggja partin av stórhøllini á Hálsi, sjálvur skjøldurin, kemur eftir ætlan upp í hesi vikuni, um veðrið verður til vildar. Sjálvt reisigildið verður eftir ætlan seinnapartin fríggjadagin 24. mars, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Arbeiðið hevur annars gingið væl. Tað er Sp/f Búsetur, ið stendur fyri bygningsarbeiðstøkuni, P/F Maria Poulsen fyri HVS-arbeiðstøkuni og Sp/f Install fyri el-arbeiðstøkuni. P/F J&K Petersen hevur staðið fyri jørðarbeiðstøkuni og parkeringsøkinum við Hallarheyg. 
Høvuðsráðgevi er Sp/f HMP Consult við Sp/f PB-Consult og Viggo Akraberg Hansen sum undirráðgevum. Ætlandi skal høllin verða liðug tíðliga komandi vetur. 

 

 

Meira langlesnaður