Minnilutapartaeigarar við sviðusoð

2016-07-17 13:35 Author image
Dimma

Tá Bakkafrost um ársskifti 2010-2011 gav tilboð uppá 800 milliónir fyri partabrøvini í Havsbrún, metti fyritøkan at alifyritøkurnar Faroe Farming og Viking Seafood, sum framleiddu á leið líka nógv, vóru verdar 430 milliónir krónur tilsamans. Tað vil siga, at minnilutaparturin, sum var á leið 22 prosent í báðum fyritøkum, var verdur umleið 95 milliónir.

Havsbrún varð selt fyri 1,1 milliard, men minnilutapartaeigararnir í Faroe Farming og Viking Seafood fingu bara slakar 70 milliónir í sín part.

Nakað líknandi hendi, tá Vónin varð seld til islendska kappingarneytan Hampiðjan. Tá burdi Norðoya Íløgufelag, sum átti 21 prosent av partapeninginum, at fingið millum70 og 75 milliónir krónur fyri sín part - íløgufelagið fekk 40 milliónir krónur.

Meira er at lesa í blaðnum, sum eisini viðgerð eina nýtulking av alilógni, sum gav Bakkafrost loyvi at keypa fleiri alibrúk

placeholder

Meira langlesnaður