Stórmøtir verða í Runavík um vikuskifti

Stórmøtir verða í Runavík um vikuskifti

2017-10-19 13:06 Author image
Innsent

Um vikuskifti verður ítróttarhøllin Bylgjan og Løkshøll í Runavík karmur um fleiri stór tiltøk. Talan er um árligu stórmøtini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.


Nógv verður gjørt fyri at bjóða nakað til børn, ung og vaksin. Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld eru barnatiltøk á skránni í Løkshøll samstundis sum møti er í ítróttarhøllini – eitt upplagt høvi fyri alla familjuna at vera við, leggja fyrireikararnir dent á. Harafturat eru ungdómstiltøk á skránni fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 22.

Evnið fyri Stórmøtini í ár er #Gleðiboðini2017, og til kvøldmøtini kemur Leif Andersen, sum er ein av mest umbidnu talarum í Danmark, at tala. Í samband við at 500 ár eru liðin síðan reformatiónina verður eisini ein fyrilestrarøð í Løkshøll leygardag seinnapart við heitinum “Hvat er so serligt við tí lutherska?”. Asger Chr. Højlund, doktari í gudfrøði og professari á Meinigheitsfakultetinum, undirvísir.

Nógv verður gjørt burturúr sanginum á Stórmøtunum. Ein stórur sangbólkur á eini 35 fólk leiðir felagssangin øll kvøldini. Talan er um vanligt orkestur umframt strúkarar, blásarar, floytur og kór. Harafturat eru framførslur við Blátt Gras, Gøtu kirkju ungdómskóri, Dávur og Villiam, Effata/Tabor kórinum, stóra kórinum frá barnasangfagnaðinum síðsta vikuskifti og Ernu og Tamaru.

Øll kvøldmøtini verða umsett til enskt umvegis headsett.

Meira kann lesast um Stórmøtini her.  

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður