Størsta ferðafólkaflogfar nakrantíð

Mynd: Fae.fo

Størsta ferðafólkaflogfar nakrantíð

2017-06-18 13:33 Author image
Fae.fo

Mikudagin setti eitt Boeing 737-800 hjá hollenska flogfelagnum, Transavia seg á flogvøllin í Vágum. Flogfarið er 39 metur langt og 35 metur breitt.

Flogfarið, ið tekur 189 ferðafólk, kom úr Køln í Týsklandi. Við í flogfarinum vóru 80 ferðafólk, sum skulu ferðast í Føroyum til leygardagin, tá ið tey flúgva aftur til Týsklands, upplýsir Vága floghavn..

Transavia er stórt europeiskt lágprísfelag, og hevur høvuðssæti í Hollandi. Tað er dóttirfelag hjá stóra flogfelagnum Air France-KLM.

- Talið av charterflogfarum til og frá Føroyum hevur verið vaksandi seinastu árini. Vit á flogvøllinum eru glað fyri at ymisk sløg av flogførum koma hendanvegin soleiðis, at vøllurin stendur sína roynd, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

placeholder

Meira langlesnaður