Størsti vøksturin er í byggivinnuni

2016-05-11 12:03 Author image
Dimma

Størsti prosentvísi vøksturin av løntakarum at finna í byggivinnuni frá 2015 til 2016.

Yvirhøvur eru væl fleiri løntakarar yvir alla linjuna. Vøksturin í byggivinnuni frá 2015 til 2016 er 6,3 prosent. Í fiski-, ali- og øðrum ráevnisvinnum er vøksturin 5,2 prosent.

Vøksturin innan privatar tænastuvinnur og tað almenna er nakað minni. Vøksturn í arbeiðsmegini innan privatar tænastuvinnur er 2,7 prosent frá 2015 til 2016, meðan vøksturin er minstur innan tað almenna, 2,4 prosent.

Tilsamans vóru 24.879 løntakarar í Føroyum í februar 2016, sambært yvirlitinum hjá Hagstovuni. Tað er ein vøkstur á 3,5 prosent samanborið við somu tíð í 2015.

Størsti einstaki løntakarabólkurin er innan tað almenna, har tað starvaðust 9.091 fólk í februar 2016. Í byggivinnuni og aðrari tilvirking starvaðust 3.440 fólk í februar.

Hóast vøksturin, er samlaða talið av løntakarum ikki enn komið á sama stig sum í 2008.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður