Stórt stig frameftir hjá teknmálinum

Maria Ellefsen Næss (v.m.), forkvinna í Deyvafelag Føroya, og Christina Johannessen, deyvaráðgevi, meta, at eitt stórt stig nú er tikið móti tí, at deyv og hoyribrekað fáa betri atgongd til mál og samskifti. Mynd: Sigmund Vang

Stórt stig frameftir hjá teknmálinum

2017-07-16 15:07 Author image
Sigmund Vang

Føroyska teknmálið er nú viðurkent sum móðurmál teirra deyvu og hoyribrekaðu. Eitt stórt stig móti betri umstøðum, sambært Deyvafelag Føroya, men enn er nógv eftir at bøta um í gerandisdegnum hjá teimum deyvu.

Rættindi hjá teimum deyvu og hoyribrekaðu er eitt øki, har føroyingar hava ligið aftan fyri onnur lond. 5. juli samtykti tó eitt einmælt løgting, at tað føroyska teknmálið skal vera viðurkent sum mál teirra deyvu og hoyribrekaðu. Broytingarnar í lógini gera samstundis, at Málráðið nú eisini skal røkta og menna tað føroyska teknmálið.

Deyvafelag Føroya vónar, at hetta vil vera við til at geva teknmálinum sítt natúrliga pláss í almenna rúminum og føroyska samfelagnum. Hetta vil víðari geva teimum deyvu betri atgongd til mál og samskifti.

– Tað er nakað, sum vit hava kempað fyri í nógv ár, so vit eru ordiliga glað fyri, at vit eru komin á mál nú, sigur Maria Ellefsen Næss, forkvinna í Deyvafelag Føroya.

Stigtakararnir til lógarbroytingini vóru úr øllum politiskum flokkunum, og tá ið atkvøtt varð, var løgtingið einmælt.

– Tíðin var búgvin nú. Men tað er tíggju ár síðani, at vit byrjaðu. Fólk vita, at vit eru til, og eg hevði blivið skuffað, um nakar hevði atkvøtt ímóti, sigur hon um hetta langa stríðið.

– Tey hava verið jalig, men tilgongdin hevur verið long. Vit hava kempað, og hetta er ikki nakað, sum vit hava fingið, sigur Maria Ellefsen Næss.

Hóast tað við hesi lógarbroytingini verður opnað fyri nýggjum møguleikum hjá teimum deyvu, er enn nógv eftir at stríðast fyri.


(Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Meira langlesnaður