Stórur tørvur á røktarstarvsfólki

Stórur tørvur á røktarstarvsfólki

2017-06-06 10:18 Author image
Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelag Føroya

Nú frættist, at stórur tørvur er á røktarstarvsfólki í øllum landinum, serliga í høvuðsstaðnum. Hetta er ein gongd, sum hevur verið ávegis í fleiri ár, og tað er ein trupulleiki, tí neyðugt er at hava nøktandi fakkunnleikan á eldraøkinum, eins og aðrastaðni í almanna- og heilsugeiranum. Ein máti, vit skjótt kunnu lætta um hendan trupulleikan er við at lata heilsurøktarar og aðrar fakbólkar í umsorganarøkinum arbeiða fulla tíð! Nýggjastu tølini hjá Heilsurøktarafelagnum vísa, at bert 15% av limum okkara starvast fulla tíð, so  tað er ikki tað, at kvalifiserað arbeiðsmegi ikki finst. Tvørturímóti, eru tað nógvir heilsurøktarar, ið ynskja at koma upp í tíð og ferð eftir ferð søkja um tað, uttan at hetta ynski verður gingið teimum á møti.

Sáttmáli okkara sigur, at ein arbeiðsvika er at rokna sum 40 tímar, og tað eigur í sjálvum sær at vera grundarlag fyri, einans at seta heilsurøktarar í fulltíðarstørv.

ALS kundi á ársfundi í gjár siga frá, at stórur tørvur er á heilsurøktarum og heilsuhjálparum, meðan fleiri akademikarar ganga arbeiðsleysir. Hetta er ein týðulig ábending um, at okkara útbúgvingarskipan raðfestir skeivt. Tað kemur samfelagnum til góðar at raðfesta yrkisútbúgvingar. Heilsurøktarafelagið hevur eisini heitt á Heilsuskúla Føroya um at játta fleiri lestrarpláss til heilsurøktaralesandi á Heilsuskúla Føroya, men hevur fingið at vita, at skúlin kann ikki taka fleiri enn 20 heilsurøktaranæmingar inn um árið, hóast hetta eyðsæð er eitt alt ov lágt tal, tá tørvurin á heilsurøktarum er so ovurhondsstórur.

Í Degi og Viku í gjárkvøldið varð evnið viðgjørt, og vit hoyrdu m.a. kveikjara hjá ALS greiða frá, at við einum skeiði  á eina viku í grundleggjandi røkt, etikki, persónligum reinføri og tagnarskyldu, fyri fólk í ALS-skipanini, sum annars ikki hava nakran fakligan førleika, kunnu tey senda hesi út í eldrarøktina at arbeiða á jøvnum føti við heilsurøktarar, sum hava 22 mánaða ástøðiliga og praktiska skúlagongd umframt heilsuhjálprarútbúgving, sum eitt minimum. At halda tað vera so einfalt at veita eina kvalifiseraða eldrarøkt er at vanvirða eldra borgaran og fakkunnleikan á økinum.

At enda greiddi kveikjarin hjá ALS, í Degi og Viku frá, at tey forklára fyri borgarum í síni skipan, sum hava útbúgving á økinum, at jú hægri útbúgving tey hava, jú meira kunnu tey seta krøv um, at tey ikki vilja arbeiða í vikuskiftum og bara vilja arbeiða dagvaktir. Hetta loysir ongan trupulleika fyri eldraøkið, tí brúkarin hevur tørv á øllum fakligum kompetansum, alt samdøgrið, eisini vikiskifti og aðrar halgidagar! At eggja teimum høgt útbúnu í heilsuøkinum til at krevja lagaligar arbeiðstíðir, sum sjálvsagt resulterar í, at tey við lægri útbúgvingum á økinum mugu taka til takkar við teimum skeivu  arbeiðstíðunum, kemur bara at skapa eina ójavnvág í gagnnýtsluni av, og, virðingini fyri, ymisku fakbólkunum á økinum, og hevur millum annað ta avleiðing, at tey við lægri útbúgving í heilsuøkinum, bert koma at nýta sínar førleikar fult út eftir kl 16 og í vikuskiftum.

placeholder

Meira langlesnaður