Stovna eitt íverksetarafelag við einari krónu

2016-08-18 13:55 Author image
Dimma

Skjótt fer at bera til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta merkir, at tú kanst koma í gongd við títt virksemi við einum kapitali á eina krónu. Løgtingið samtykti 21. apríl 2016 fleiri ymiskar broytingar í partafelagslógini, sum hava til endamáls at stovna og reka fyritøkur.

23. august skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Runavík, har ljós verður varpað á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Birita Sandberg Samuelsen, advokatur á Advokatskrivstovuni, fer at greiða nærri frá møguleikanum.

Málbólkurin fyri íverksetarafeløg eru íverksetarar, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, ið hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi. Hesir íverksetarar fáa nú í boði ein møguleika at byrja fyritøku innan fyri vinnufelagarættarliga rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrging.

Les meira her

placeholder

Meira langlesnaður