Strandferðslan flytur milliónir

2016-06-20 10:43 Author image
Dimma

- Okkara virksemi er umfatandi, staðfestir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni í nýggja blaðnum "Fólk á ferð", sum Strandfaraskip Landsins eru farin at geva út.

Hagtølini staðfesta, at nakað er um tað. Tølini fyri 2015 vísa, at 678.752 fólk ferðaðust við strandfaraskipununum og 503.009 ferðaðust við bussunum. Tilsamans 1,18 milliónir fólk. Til samanberingar fóru um 300.000 fólk um flogvøllin í 2015.

Størsta sjóvegis farleiðin er Suðuroyarleiðin. Við Smyrli sigldu 222.896 fólk í 2015. Næststørsta farleiðin var Sandoyarleiðin við 179.650 ferðandi og tann triðstørsta Nólsoyarleiðin við 87.597 ferðandi.

Størsta farleiðin við bussunum var Tórshavn-Klaksvík við 143.268 ferðandi, og næststørsta bussleiðin er flogvallarleiðin við 86.428.

Landið hevur skyldu til at skipa fyri nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og flutningi av akførum og nøktandi landsvegis fólkaflutningi á teimum farleiðum, har tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at skipað verður fyri flutningi”. 

Meira langlesnaður