Strandferðslan hátíðarheldur 100 ára dagin

Strandferðslan hátíðarheldur 100 ára dagin

2017-04-27 12:11 Author image
Dimma

Í maií ár eru liðin 100 ár, síðan landið yvirtók Smiril frá Mortensens-monnunum. Hetta var byrjanin til Strandferðsluna, sum vit kenna hana í dag. Hundraáradagin fer Strandferðslan at hátíðarhalda í Saltsiloini á Drelnesi fríggjadagin 19. mai 2017 frá kl. 12.30 til 17.30.

Á skránni verða framløgur, orðaskifti og framsýning um samferðsluna í Føroyum. Fyrri partur av tiltakinum er framløgur og kjak um støðuna á samferðsluøkinum og seinni partur, sum byrjar kl. 15.00, er framsýning, tónleikur og hugleiðingar. Tá bjóðar Strandferðslan eisini lagkøku, verður upplýst í skrivi sent miðlunum.

Hesi fara at leggja fram og kjakast: Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, Hans Pauli Strøm, Hagstova Føroya, Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands, og Olga Biskopstø, Útoyggjafelagið.

Hugleiðingunum í sambandi við framsýningina fara Jóannes Eidesgaard og Robert McBirnie at standa fyri.

Hátíðarhaldið hjá Strandferðsluni verður fyrsta stóra tiltakið í Saltsiloini, sum er um at vera liðugt umbygd til mentanarhús. Strandferðslan hevur í sambandi við 100 ára dagin latið gera eitt nýtt 100 ára merki, sum fer at verða brúkt í næstum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda dagin saman við Strandferðsluni í Saltsiloini fríggjadagin 19. mai. Dyrnar lata upp kl. 12.00. Smyril siglir í sambandi við tiltakið av Havnini kl. 09.30 og av Krambatanga aftur kl. 18.30.

placeholder

Meira langlesnaður