Stríðið um Árnafjørð

2016-06-11 12:00 Author image
Dimma

- Ein finnur seg ikki í, at ein bara verður traðkaður á, og tí haldi eg á. Men tað er ikki bara fyri okkum. Tað eru allir firðirnir. Tað nyttar einki, um alt er deytt um eini 10-15 ár.

Soleiðis sigur Føroya kendasti hummarafiskari, Poul Eiden Múller. Teir keyptu ein brúktan glastrevjabát í 2006 og fóru at seta hummararúsur út í Árnafirði. Men nú fæst ikki fyri agn.

- Vit hava einar 250 rúsur standandi úti. Tað eru 13 strekki. Men tað nyttar einki at draga, tí har hevur lítið og einki verið í síðan februar, sigur Poul Eiden Múller.

Trupulleikin er, sigur hann, at Bakkafrost alir í økinum, og serliga heilivágurin, sum verður brúktur til avlúsing, kann hava ávirkan á hummaran, og tí hevur hann kært avgerðina um, at Bakkafrost fekk loyvi at endurnýggja aliloyvi og víðka aliøki á Árnafirði.

Stjórin á Bakkafrost er hinvegin ikki blíður um ákærurnar og royndina hjá hummarafiskarum at forða fyri alingini á Árnafirði. Hann heldur tað hvørki snúgva seg um hummara ella umhvørvi.

- Hetta snýr seg als ikki um, hvussu nógv øki hummaramenninir hava ella ikki hava. Hetta snýr seg ikki um umhvørvi. Hetta snýr seg um peningaavpressing, sigur Regin Jacobsen.

Hann noktar blankt fyri, at heilivágurin drepur hummararnar:

- Mítt sjónarmið er, at um teir høvdu drigið rúsurnar annanhvønn dag, so høvdu teir fingið livandi góðan hummara, sigur Regin Jacobsen.

 
Lesið nógv meira í dagins Dimmalætting um málið.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður