Nekarin strikaður úr listini

2016-06-07 10:26 Author image
Dimma

Heiti sum “neger” og “hottentot” skulu skiftast út við uttanveltað orð sum afrikanari. Hetta hevur Statens Museum for Kunst gjørt av, og tí eru heiti og lýsingar á 14 listaverkum í listasavninum broytt. Tað skrivar Politiken.

- Vit hava kannað okkara datagrunn fyri at síggja, um vit funnu orð, sum í dag kunnu stoyta fólk og eru ótíðarhóskandi, sigur Peter Nørgaard Larsen, sum er savns- og granskingarstjóri á Statens Museum for Kunst.

Tað snýr seg eitt nú um verk eftir ein av fremstu myndlistafólkunum í Danmark, Nicolai Abildgaard.

- Vit funnu orðið nekari 13 ferðir, og vit funnu eisini orðið “hottentot” eina ferð. Tey eru øll broytt til afrikanari, sigur hann.

Endamálið er at sleppa undan at nýta orð, sum eru ein leivd frá kolonitíðini, og sum evropearar hava brúkt til at lýsa onnur fólkasløg. Samstundis leggur Peter Nørgaard Larsen tó dent á, at savnið goymir gomlu nøvnini, og onkrir upprunatitlar verða varðveittir.

Statens Museum for Kunst hevur fingið íblástur úr Niðurlondum, har teirra ríkismuseum hevur broytt 233 heiti á listaverkum, tí nekari ella muhamedanari vóru uppií.

Avgerðin hjá danska listatjóðsavninum hevur fingið kjakið at kóka, og Dansk Folkeparti hevur funnist harðliga at, meðan Sosialdemokratarnir hinvegin stuðla avgerðini.

Meira langlesnaður