Strongd: Myndugleikarnir seta kikaran fyri skeiva eygnað

2017-03-06 15:53 Author image
Sigmund Vang

Høvuðsgrundirnar til vaksandi fólkasjúkuna strong eru skeivar arbeiðsgongdir. Tí kann trupulleikin ikki basast við at senda fólk til sálarfrøðing ella á skeið fyri at gerast mótstøðufør móti strongd, sigur Thomas Milsted, serfrøðingur í strongd, sambært heimasíðuni hjá Starvamannafelagnum, sum hevur boðið Thomas Milsted til Føroya, hann hann var gestarøðari til aðalfundin hjá felagnum og hevur hildið fyrilestur fyri leiðarum og fakfelagsfólkum.

Starvsmannafelagið skrivar, at samfelagið og serliga politiska skipanin tekur ikki hóttandi fólkasjúkuna strongd í nóg stórum álvara. Fokus er skeivt. Í staðin fyri at hyggja at umstøðum og bygnaði, sum eru skaptar á arbeiðsmarknaðinum, har alt skal ganga við eini hundans ferð, verður vandamálið viðfarið sum ein trupulleiki hjá einstaka starvsfólkinum.

 -Tú kanst sammeta støðuna við, um hol skuldi komið á eitt gassrør. Í staðin fyri at umvæla gassrørið, so verða fólk send á skeið at halda ondini, sigur Thomas Milsted, sum var gestarøðari á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin.

Thomas Misted er ein av fremstu fyrilestrarhaldarum í Danmark, tá ið umræður bardagan móti strongd.

 Ein kanning, sum Starvsmannafelagið gjørdi fyri nøkrum árum síðani avdúkaði, at strong er minst líka vanlig millum starvsfólk í almenna sektorinum í Føroyum sum aðrastaðni. Og at orsøkirnar í stóran mun skulu finnast á arbeiðsplássunum.

 Hesum er Thomas Misted púra samdur í. Hann vísir á, at høvuðsorsøkin til at fólk blíva fyritíðarpensioneraði í Danmark er, at tey hava angist, sum júst er eitt av eyðkennunum fyri strongd.

 Hann vísir á, at leiðslurnar hava leingi vitað, at strongd er ein trupulleiki, sum í stóran mun stavar frá skeivleikum á arbeiðsplássinum. Kortini hava leiðslurnar í stóran mun valt, at loysa trupulleikan sum ein persónligan trupulleika hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Fólk verða send til sálarfrøðing ella á sokallaði robustheits-skeið.

Men trupulleikin við strongd verður ikki aleina loystur við at senda fólk á skeið, har tey skulu brynjast til hálvar elituhermenn fyri at tola trýstið á arbeiðsmarknaðinum, heldur Thomas Milsted. Neyðugt er at leiðslurnar og politiska skipanina taka um rótina á trupulleikanum og broyta arbeiðsumstøðunar, sum gera fólk sálarliga sjúk.


Kelda: starvsmanafelag.fo

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður