Stroyma býráðsfundir og kunngera postlistar

2016-08-23 12:27 Author image
Jógvan Samuelsen

Tórshavnar býráð tekur avgerðir vegna 21.000 borgarar í Føroya nógv størstu kommunu, og býráðið varðar av eini fíggjarætlan á meira enn 800 mió. kr.

Hetta er ikki smávegis ábyrgd hjá 13 býráðslimum at hava, og borgararnir hava krav uppá, at avgerðirnar verða tiknar í størst møguligum opinleika.

Dyrnar til býráðsfundirnar eru opnar, tá fundir eru, men sjáldan er nógv fólk til fundirnar. Hetta kann undra, tá havt verður í huga, hvussu stórar avgerðir ofta verða tiknar.

Men ivaleyst kunna borgarar seg mest við samfelagsviðurskifti á elektroniskum miðlum í dag, og tað eigur kommunan at taka til eftirtektar og fremja meira opinleika tann vegin.

Ein uppløgd tænasta at seta í verk er at fara at stroyma býráðsfundirnar. 

Mangt og hvat verður sagt og tagt á býráðsfundum, sum kundi havt áhuga hjá almenninginum, m.a. í sambandi við avgerðir um stóríløgur og stórkeyp. Bara hesa setuna eru avgerðir tiknar um íløgur og keyp, sum fara upp um milliardina. 

Sjálvsagt er, at borgararnir skulu kenna seg tryggar við, at allar avgerðir í býráðnum verða tiknar við grundgevingum, sum halda.

Ógvuliga viðkomandi hevði eitt nú verið, at býráðsfundurin 4. august, har Skansabryggjan fyri 465 mió. kr. varð samtykt, varð stroymdur. Summi søgdu tá nógv og onnur onki. Onnur møttu ikki upp.

Eisini onnur átøk kunnu fremja opinleikan í kommununi. Kommunur aðrastaðni geva innlit í postlistar, so almenningurin betur kann fylgja við málsviðgerðini. 

Í útgangsstøðinum umfata postlistarnir allan post, ið kommunan fær, men upplýsingar, sum eru persónligar ella í trúnaði, verða vardar.

Tjóðveldi virkar fyri átøkum at fremja opinleikan í Tórshavnar kommunu og ætlar at seta tey í verk í næstu setu.

placeholder

Meira langlesnaður