Býráðsfundir í Tórshavnar kommunu eisini stroymast

2017-03-02 11:25 Author image
Sigmund Vang

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur gjørt av, at fundir teirra í framtíðini skulu stroymast á internetinum. Sostatt gongur býráðið í høvuðsstaðarkommununi í fótafetunum hjá býráðunum í Klaksvíkar- og Runavíkar kommunum.

Fyrsti býraðsfundur, sum verður stroymaður, er tann hóskvøldið 2. mars klokkan 18.

Fundurin kann síggjast HER, tá hann byrjar.

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður