Steypafinalur: Royna nýggja stroymingútgerð

2017-02-25 12:03 Author image
Simona Midjord

Í dag og í morgin eru steypafinalurnar hjá teimum vaksnu eins væl og teimum ungu í flogbólti. Í hesum sambandi verður ein nýggj stroymingútgerð roynd. Hetta er eitt samstarv millum Flogbóltssambandið og Avlux v/ Hans Andor Johannesen.

Høvuðsprinsippið í nýggju útgerðini er, at upptøkutólini eru mannleys, og at tey sjálvi eftir rørslum í høllini avgera, hvat myndatólk tekur upp.

Hetta er sera framkomin útgerð, sum varð royndarkoyrd í ítróttarhøllini fyrrapartin.

Upptøkutólini eru monterað í loft og veggir í høllini og eru sum sagt mannleys, men kunnu stýrast frá einum teldli ella øðrum.

Fylgjast kann við beinleiðis stroyming her:

http://fbf.fo/livestreaming-flogboltsfinalur-2017

placeholder

Meira langlesnaður