Strúkarastevna endar við konsert sunnudagin

2016-08-11 09:28 Author image
Dimma

Í dag byrja strúkaradagar, nevndir Strokrok, har brøðurnir Géza og Csaba Szilvay fara at arbeiða við føroyskum musikkskúlanæmingum í aldrinum 10-15 ár.

Helsinki Strings fara at luttaka á parti av skeiðnum, eins og tríggir strúkarar úr Íslandi, og tey skulu altso spæla saman við framkomnum føroyskum næmingum, lærarum og tónleikalesandi. Okkara Bernharður Wilkinson og finski dirigenturin Jukka Rantamaki fara at taka sær av hesum samanspæli.

Sunnudagin 14. august verður endakonsert í Norðurlandahúsinum, har almenningurin fær høvi at hoyra, hvat er komið burturúr.

placeholder

Meira langlesnaður