Stuðulsfeløg kæra avgerðina um Scandinavian Star

2016-08-10 08:42 Author image
Dimma

Ein av teimum, sum kom frá vanlukkuni við lívinum, tá ið ferjan Scandinavian Star brendi í 1990, boðar frá, at hann fer at kæra avgerðina hjá norsku løgregluni um ikki at gera meira við málið.

Tað skrivar Ritzau.

Danska og norska stuðulsfelagið hjá teimum, ið komu frá Scandinacian Star við lívinum, vilja ikki góðtaka, at málið um morðbrandin á Scandinavian Star verður slept, soleiðis sum norska løgreglan boðaði frá í gjár.

Hetta upplýsir talsaðurin Mike Axdal, sum sjálvur yvirlivdi eldin. Hann biður samstundis tingrættin í Oslo um at taka málið uppaftur.

Løgreglan í Oslo legði týsdagin fram tilfarið frá kanningununum seinastu tvey árini, har skipsbrandurin ið kostaði 159 fólkum lívið varð gjøgnumgingin einaferð enn. Niðurstøðan er, at nóg góð prógv eru ikki í málinum til at skuldseta hvørki persónar ella feløg fyri morðbrandin.

Stutt eftir at niðurstøðan varð almenn, kunngjørdu bæði norska og danska stuðulsfelagið, at tey kæra avgerðina at leggja málið niður. Stuðulsfeløgini kæra millum annað um, at myndugleikarnir ólógliga hava blandað seg upp í kanningarnar hjá løgregluni.

Stuðulsfeløgini vilja hava viðurskiftini um eigara, reiðara og tryggingarviðurskifti kannað í rættinum.

placeholder

Meira langlesnaður