Gransking: Nærum tvífalt so nógvar umsóknir í mun til í fjør

2017-02-18 09:39 Author image
Sigmund Vang

Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti í hesi vikuni, vóru 42 umsóknir komnar inn. Tað eru væl fleiri enn í fjør, tá talið var 26, tað lægsta í nógv ár. Metið var í 2014, tá 48 umsóknir komu inn, skrivar gransking.fo.
24 kvinnur og 18 menn standa sum verkætlanarleiðarar í umsóknunum. Hetta er á leið sama býti, sum undanfarin ár. 
Helmingurin av umsóknunum er til ph.d. verkætlanir. Hinar eru til aðrar styttri ella longri verkætlanir. 
Umsóknir eru bæði frá føroyskum og útlendskum granskarum. Flestu umsóknirnar eru frá føroyingum, ið búgva í Føroyum ella uttanlands, men eisini eru umsóknir frá útlendingum, ið búgva í Føroyum, og frá útlendingum, ið ikki búgva í Føroyum. 


Kelda: gransking.fo

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður