Granskingarstuðul: 7,2 milliónir til 11 nýggjar verkætlanir

2016-05-14 18:17 Author image
Dimma

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til 11 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar 7, 2 milliónir krónur til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

26 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 21,7 milliónir krónur. 

20 ár eru liðin síðan fyrsta Granskingarráðið varð sett á stovn við lóg, og hetta var hildið við hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, har hugt var aftur á farnu árini og fram ímóti komandi avbjóðingum og ætlanum. 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2016, eru hesar:


Mentan 

Elisabeth Holm: Nýggjar tíðir, ‘nýmælt í føroyskum’ og samfelagsmálvísindi i í sambandi við integratiónin á arbeiðsmarknaðinum: Avbjóðingar og møguleikar
Ph.d. verkætlan á Herriot-Watt University – játtan kr. 412.375

Jógvan í Lon Jacobsen: Broytingar í føroyskum málføri í tvey ættarlið. Hvussu, hvussu skjótt og hví
Verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 887.795

Hildur Patursson: Føroyski barnagarðurin í mentanarsøguligum høpi
Verkætlan á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 242.358

Paula Gaard: Bókaummæli og –kritikkur í føroyska bókmentastovninum
Ph.d. verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.112.098

 
Náttúra og náttúrutilfeingi

Sjúrður Hammer: Árin av veðurlagsbroytingum á føroyskan kjógva
Verkætlan á Umhvørvisstovuni – játtan kr. 80.000 

 
Matur

Urd Grandorff Bak: MacroPro – Framleiðsla av makrotara til matna & fóður við pre-and pro-biotic (livin) eginleikum og sevju til taðingarevni
Verkætlan á Ocean Rainforrest – játtan kr. 900.000 


Samfelag

Regin Berg: Føroyskur politikkur – Millum løggildi og vald. Ein kanning av óformligum politiskum støðutakanum
Ph.d. verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 1.100.000

Jóhannes Miðskarð: Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum
Verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya – játtan kr. 87.164


Heilsa

August G. Wang: Vandaílegur fyri ADHD í Føroyum 
Verkætlan á Ílegusavninum – játtan kr. 780.000

Maria Skaalum Petersen: Parkinson sjúka í Føroyum – ein langtíðar kanning
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 500.000

 

Annbjørg á Høvdanum: Møði hjá føroyskum fiskimonnum
Ph.d. verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan 1.100.000

200 verkætlanir stuðlaðar í 20 ár

Tað eru 20 ár síðan, at fyrsta Granskingarráðið var sett á stovn við lóg. Hetta varð hildið við hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, har hugt vaftur á farnu árini og fram ímóti komandi avbjóðingum og ætlanum. 

Við játtanunum í hesum umfarinum eru nærum 200 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri 20 árum síðani.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður