Stumfilmar við ljóði

2016-07-15 16:45 Author image
Simona Midjord

Hetta er eitt slag av filmi, ið vanliga ikki hevur so stóran fjepparaskara ella tað stóra áskoðartalið, tí fyri tey flestu er hetta ein eitt sindur løgin partur av filmslistini, men Sigga Vang, fyriskipari av mentanarskránni á G! vísir á, at síðan tey á fyrsta sinni vístu stumfilmar við livandi tónleiki, hevur eftirspurningur verið eftir hesum sýningum, sum tey tískil hava valt at seta á skránna aftur í ár.

- Tað snýr seg um onkusvegna at virða uppleggið, ið eru stumfilmar, sum eru fýrs ára gamlir, greiðir Knút mær frá.

- Samstundis skal tú bara gera tað, sigur hann og flennir.

- Hetta er ein løgin samanrenning millum virðing fyri upprunaverkinum og nýtulkan av listini, sigur Knút, sum greiðir frá, at teir hava vant til framførsluna, men at talan eisini verður um improvisatión.

- Framføslan tekur hálvan tíma, sigur Knút, sum vísir á, at Space Invaders legga tónleik til filmarnar, Ferðin til mánan (Le voyage dans la lune), 1902 av George Méliés, amerkanska filmin, Dr. Jekyll and Mr. Hyde frá 1912 og at enda ein italienskan stumfilm vid heitinum L'uomo meccanico, frá 1921.

 

 

Meira langlesnaður