Nú skal farnetið styrkjast á fótbóltsvøllum um landið

2016-06-28 08:46 Author image
Dimma

Føroya Tele og Fótbóltssamband Føroya hava gjørt avtalu um tøkniliga menning, samstarv og útbreiðslu av føroyskum fótbólti.

Fyrsta stigið í avtaluni er at styrkja 4G-dekningin á Tórsvølli.

- Tórsvøllur er skansi okkara, tá Ronaldo og hinar fótbóltsstjørnurnar koma at vitja okkum. Føroya Tele ynskir at styrkja skansan, so 6.000 fólk verða sambundin í eitt sterkt og framkomið farnet og umboða Føroyar í felag við myndum og dagføringum á netinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.

Avtalan millum FSF og Føroya Tele inniber eisini, at Føroya Tele fer at styrkja um 4G-dekningin á flestu leikvøllum kring alt landið. Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, fegnast serstakliga um hendan partin av avtaluni.

- Avtalan framtíðartryggjar ikki bara netsambandið á Tórsvølli, men netsambandið verður munandi styrkt á flestu fótbóltsvøllum kring landið. Hetta fer avgjørt at gagna áskoðarum og møguleikanum at senda og stroyma frá dystum, sigur Virgar Hvidbro og leggur dent á, at hetta fer at gera samlaða upplivilsið hjá øllum, sum eru um fótbóltin í Føroyum, nógv betri.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður