SU: Karin Reginsdóttir Joensen nýggj forkvinna

SU: Karin Reginsdóttir Joensen nýggj forkvinna

2017-08-08 08:49 Author image
Innsent

Eftir tvey ár sum forkvinna takka Barbara Gaardlykke Apol fyri seg aftaná landsfundin hjá Sosialistiskum Ungum 5. august. Nýggj forkvinna er Karin Reginsdóttir Joensen, og næstformaður er Manne Næs Mortansson. Kassameistari og skrivari verða ávikavíst Barbara Gaardlykke Apol og Bartal Súsonnuson Hansen, upplýsir SU í skrivi sent miðlunum.

Afturat teimum siðbundnu nevndarsessunum er altjóða skrivari valdur, sum hevur ábyrgd fyri samband og samskifti við ungmannafeløg og felagsskapir, sum SU er limur í. Guðrun Durhuus verður altjóða skrivari. 

Sára Maria Dalsgarð, Elma Næs Mortansdóttir og Paul Kjartan Matras og Magnus Høgenni verða nevndarlimir.

Í útisetanevndini sita fimm umboð: Jógvan Kallsgarð, Erhard Petersen, Magnus Høgenni, Andrias Høgenni og Guðrun Durhuus.

Á landsfundinum vórðu tríggir nýggir politikkir samtyktir. Tað var um abort, sálarligu heilsu og javnstøðu í barsilsskipanini.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður