Fólkatal: Vøkstur allastaðni uttan í Suðuroy

2016-06-18 10:01 Author image
Jógvan Samuelsen

Tá talt varð upp tann 1. mai í ár, vóru vit 587 fólk fleiri enn vit vóru eitt ár frammanundan.

Tað er rættiliga stór framgongd, og sum víst er á í aðrari grein er fólkatalið økt við gott og væl 1.200 fólkum síðan 1. januar 2014.

Tað er tó ikki allur partir av landinum, sum fáa ágóðan av vøkstrinum. Tað vísir uppgerðin hjá Hagstovu Føroya, sum varð send út fyrr í ár.

Nýggjasta uppteljingin hjá Hagstovuni vísir, at fólkatalið økist í øllum landinum uttan syðsta partinum, har fólkatalið minkar rættiliga fitt.

Størsti vøksturin í fólkatalinum er í høvuðsstaðnum, har fólkatalið er økt við 319 fólkum. Hava vit í huga, at fólkatalið er økt við 587 í alt hetta seinasta árið merkir tað, at fólkatalið í høvuðsstaðarøkinum eigur umleið 54 prosent av vøkstrinum.

Næst á listanum er Eysturoyar sýsla, har fólkatalið er økt við 154 fólkum. Meira enn helmingurin av hesum stavar frá vøkstrinum í Runavíkar kommunu, har tey eru 95 fleiri enn tey vóru fyri einum ári síðan. Í Sandoy eru tey 2 fleiri, og tað er minsta øking í fólkatalinum.

Ein partur av landinum hevur ikki øking í fólkatalinum. Tað er Suðuroy, har fólkatalið minkar við 1,5 prosentum ella 68 fólkum.

placeholder

Meira langlesnaður