Summarvikan leggur lunnar undir Summarfestivalin

Týskvøldið 8. august verður altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni í samandi við nýggja tiltakið "Summarvika". Mynd: Shutterstock

Summarvikan leggur lunnar undir Summarfestivalin

2017-08-04 09:13 Author image
Leif Láadal

Sum nakað nýtt, hava Klaksvíkar kommuna og Summarfestivalurin tikið stig til ymisk tiltøk dagarnar undan Summarfestivalinum. Tiltakið, sum er frá mánadegi til hósdag - tá Summarfestivalurin byrjar - verður rópt Summarvika.

Nógv hava feriu ta vikuna Summarfestiavlurin er, og teir gestir, sum koma til Klaksvíkar at tjalda ella við húsvogni, velja ofta at koma fleiri dagar áðrenn Summarfestivalin, so slíkt tiltak, sum hetta, er heilt vist kærkomið hjá nógvum, bæði gestum í íbúgvum. Talan er um tiltøk til bæði vaksin og børn, og tey kunnu millum annað uppliva altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni, listaframsýning við tónleiki og enntá karneval.

Samlaða skráin fyri "Summarvikuna" sæst HER

placeholder

Meira langlesnaður