Sunda kommuna: Íblástur til dreymaheimið

2017-03-13 13:21 Author image
Sigmund Vang

Sunda kommuna skipar hóskvøldið 18. mars fyri tiltakið fyri borgarum í kommununi, sum vilja vita meira um nýbygging og umbygging. Tiltakið verður í Eydnuni á Oyrarbakka klokkan 19.
Umboð fyri Teknisku deild í Sunda kommunu greiðir frá um bústaðarmøguleikar í kommununi og Poul Arni Jacobsen og Jóhan Petur á Stongum frá Westtech Arkitektum tosa um, hvat tú skalt hugsa um, tá tú skalt byggja ella umvæla bústaðin.
Eisini fer Høgni Nielsen frá Svend Krosstein tosar um orkuloysnir til bústaðin, eins og BankNordik og Trygd greiða frá møguleikum fyri fígging og trygging í sambandi við bygging og umbygging.

Lesið meira HER (har tað eisini ber til at tekna seg)

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður