Sunda kommuna: Ókeypis bussleiðin væl móttikin

2017-02-13 14:41 Author image
Sigmund Vang

Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur nú verið virkin í góðar seks vikur, og sambært kommununi er undirtøkan sera góð.

Bussleiðin er ein ókeypis borgaratænasta, og 2017 er sett av til eitt royndarár fyri at vita, hvussu tørvurin er á slíkari tænastu.

Kommunan førir hagtøl yvir hvussu nógv nýta bussleiðina, og í januar-mánað hava 302 persónar koyrt við bussinum. Hetta metir kommunan vera nógv.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður