Suni Schwartz Jacobsen stingur í sekkin

Suni Schwartz Jacobsen stingur í sekkin

2017-07-13 10:32 Author image
Georg L. Petersen

Hóast nógva skriving og atfinningar, so kom tað óvæntað og brádliga á, at Suni Schwartz Jacobsen valdi at takka fyri seg sum stjóri í Betri samtakinum.

Fráboðanin kom umvegis eitt tíðindaskriv í morgun, og er soljóðandi:

"Suni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðan 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg ur starvi.

Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Suna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu arini.

- Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tao besta framyvir.

Suni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tf er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við.

- Eg havi havt eina góða tíð og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsfóIkum alt tað besta á leioini framyvir, sigur Suni Schwartz Jacobsen.

Ein fyribils stj6ri verður skjótast møguligt settur í Betri P/F og ein í Betri Banka P/F."

  

Meira langlesnaður