Setanin: "Eg geri tað fyri Føroyar"

2016-07-28 14:52 Author image
Sigmund Vang

Tað var Suni Merkistein, útvarpsmaður, sum setti ólavsøkuna í ár. Hann helt eina mergjaða røðu, har nomið millum annað varð við sundurlyndi og sjálvsøkni á eitt nú sosialu miðlunum, har tráanin eftir viðkenning setur dagsskránna.

Men Suni Merkisstein vísti eisini á tann framburð, sum samfelagið upplivir í hesum døgum, nú vit nærkast 50.000 íbúgvum.

Ólavsøkan er ein hátíð, sum stendur eitt sindur í andsøgn við tað sundurlyndi, sum sæst nógvastaðni í landinum – eitt nú í tinghúsinum, har stórar avgerðir ikki røkka meira enn minsta meiriluta, vísti útvarpsmaðurin á. Men ólavsøkan savnar tjóðina, nærum alla.

- Hvat vilja vit, ella vilja vit yvirhøvur nakað, spurdi Suni Merkistein.

Svarið bleiv eitt sindur hangandi í luftini, men við bragdinum hjá Ova Joensen sum dømi, bleiv hansara svar brúkt sum eitt gott dømi um, hvat ið skal til. Tá Ove Joensen fyri 30 árum síðani varð spurdur, hví hann róði til Danmarkar, svaraði hann:

- Eg geri tað fyri Føroyar.

Suni Merkisstein spurdi so sjálvur, um nakar sigur soleiðis longur, og so setti hann ólavsøkuna 2016.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður