Løgmaður gongur frá strongdini

2016-06-13 14:10 Author image
Dimma

- Tá ið arbeiðið verður ov nógv, so brúki eg tíð uppá familjuna, vinir ella gangi mær ein langan túr.

Soleiðis sigur Aksel Johannesen, løgmaður, sum hevur játtað at vera við í herferðini "Sunn sinn", sum Fólkaheilsuráðið hevur sett í verk. Tí, sum løgmaður sigur:

- Vit eru øll menniskju, og vit hava øll upplivað viðgongd og sanniliga eisini mótgongd.

Fólkaheilsuráðið fer komandi tíðina at seta fokus á sálarliga heilsu - á Sunn sinn.

- Tað er eins týdningarmikið at hava eina sunna sálarheilsu, eitt sunt sinn, sum tað er at hava eina sunna fysiska heilsu, sigur Magni Mohr, sum er formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Gjøgnum tíðirnar hevur sálarlig heilsa og tað at tosa um okkara psykiska lív, í mangan mun verið tagt burtur. Tøgnmentanin hevur gjørt tað trupult hjá fólki at søkja sær hjálp - og hevur stigmatiserað tað at hava sálarligan trega at vera ónormalt. Alt meðan kanningar vísa, at seinasta árið hevur fimti hvør okkara kent sálarligan trega av onkrum slag.

Hesa tøgnmentanina ætlar Fólkaheilsuráðið at bróta, júst við at seta fokus á sinnið og sálarheilsu.

- Fyrsta átakið verður, at kend fólk fara at lata upp og tosa um sálarliga heilsu, og hvat tey gera fyri at halda sinnið sunt, sigur Magni Mohr, sum gjørdist formaður í Fólkaheilsuráðnum nakað herfyri.

Aksel Johannesen er tann fyrsti í einari røð av kendum fólkum, sum opið tosar um at taka sær av sínari sálarligu heilsu:

- Í gerandisdegnum eri eg politikari, sum er eitt starv merkt av strongd. Eg havi sæð fólk fara niður við flagginum, og eg ansi serstakliga væl eftir, at eg ikki sjálvur veri raktur av strongd. Tað skal vera mín inniliga áheitan, at vit øll ansa eftir okkara egnu sálarligu heilsu, men eisini eftir sálarligu heilsuni hjá okkara medmenniskjum, sigur Aksel Johannesen, løgmaður.

placeholder

Meira langlesnaður