Súrløgan skal kølast við sjógvi

2017-03-10 15:18 Author image
Sigmund Vang

Sum tað so fínt stendur í samgonguskjalinum, so eigur veiðan og alt av fiskinum at verða fingið til lands, og í størstan mun virðisøkt í Føroyum. Tá stóru flakatrolararnir eru úti, hevur verið vanligt ikki at taka alt við til lands, men seinnu tíðina er veruliga komin gongd á fyri at fáa so nógv sum gjørligt upp á land.

Ein av teimum royndarætlanum, sum sær út til at rigga væl, men nú er endurmett og verður dagførd, er súrløguætlanin (súrløga: ensilasja) umborð á Akraberg.

Í september í fjør varð súrløguskipanin sett í skipið, og síðani hevur hon verið roynd, tá Akraberg hevur verið til fiskiskap. Høvd og garnar verða malin og sýra verður sett til, soleiðis at súrløgan kann koma við til lands í stórum tangum. Og talan er um stórar nøgdir. Tangarnir umborð á Akraberg kunnu taka 390 rúmmetrar. Til samanberingar, so rúmar frystilastin 900 tons.


Ov heitt

Á framløgudegnum hjá Fiskivinnuroyndum, sum var føstulávintsmánadag, greiddi Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, frá, hvussu fyrsta tíðin við súrløgutangum hevði hilnast. Fyri at gera súrløgu, er neyðugt við hita, men hitin má ikki verða ov nógvur, tí so kann tað ávirka góðskuna av ensymunum í løguni. Tangarnir umborð á Akraberg mugu bjálvast, tí teir venda inn ímóti frystilastini. Tá teir vórðu riggaðir til, blivu tangarnir eisini bjálvaðir út ímóti sjósíðuni, og hetta hevur havt við sær, at súrløgan kemur heilt upp í eini 45 stig, sum er ov nógv, sambært Anfinni Olsen.

Nú skulu so umvælingar gerast við skipanini, fyri at súrløgan ikki verður so heit. Tríggjar ábøtur verða gjørdar. Inni í tangunum verður settur ein spiralur, sum kølir innihaldið í tangunum niður við at pumpa sjógv inn í spiralrørini. Eisini verður bjálvingin út ímóti sjósíðuni tikin burtur, og so eitt slag av propel sett upp inni í tanganum, so súrløgan kann sirkulera.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður