Serligt mátitól til fiskiskap eftir svartkalva

2017-03-10 09:41 Author image
Sigmund Vang

Tú kann siga tað nokk so fýrakantað. Tað snýr seg um at brúka seks minuttir, áðrenn støða verður tikin til, um gørnini skulu setast.

Vit tosa fyrst og fremst um garnaveiðu eftir svartkalva, og tá kann tað væl og virðiliga loysa seg at brúka nakrar minuttir upp á at kanna, hvussu heitur sjógvurin er, har ætlanin er at seta.

Petur Steingrund á Havstovuni hevur við síni gransking funnið fram til, at svartkalvi bert er í sjógvi, hvørs hiti liggur innanfyri eitt smalt temperaturintervall. Fert tú útum sjógv, sum er millum 3 og 5 stig, so er eingin svartkalvi.


42 kilometrar av útgerð

Tá Jákup Lamhauge frætti um hesar serligu liviumstøður hjá svartkalva, kom hugskotið til ein sjóvarhitamátara, sum skal kunnu arbeiða skjótt og effektivt.

- Endamálið við verkætlanini er at fáa til vega eitt tól, ið kann máta sjóvarhitan neyvt – við botnin og upp ígjøgnum sjógvin – so tey øki, har svartkalvin er, kunnu finnast, og fiskiskapurin eftir hesum fiskaslagi hervið effektiviserast, sigur Jákup Lamhauge.

Verða gørnini sett í einum øki, har lítið ella einki er av svartkalva, tekur tað langa tíð at draga inn og seta aðrastaðni. Eitt svartkalvaskip setur vanliga 14 trossar á 100 gørn, tað vil siga 1.400 gørn. Hvørt garnið er 30 metrar, so gørnini strekkja seg yvir 42 kilometrar.

- Tað er greitt, at eitt tól, ið uttan nógvan háva kann máta botntemperaturin við rættiliga stuttum tíðarmillumbilum – tað vil siga nøkrum fáum minuttum – má kunna hava ein sera stóran týdning fyri svartkalvafiskiskapin undir Føroyum, og ivaleyst eisini aðrastaðni, har svartkalvi verður fiskaður. Men eitt slíkt tól finst ikki, sigur Jákup Lamhauge, sum í løtuni arbeiðir við at fáa framleitt og roynt eitt slíkt tól.

placeholder

Meira langlesnaður