Góðu tit í Eiðis Kommunu

2016-06-28 16:13 Author image
Dimma

Eg havi nústani sæð tíðindi um, at svanarnar á vatninum á Eiði eru dripnir. Eg hevði ringt við at trúgva tí. Hetta er ein missur fyri Eiði og vitjandi og ein skomm fyri Eiðis Kommuna og Føroya náttúruumsiting. 

Her eru nakrir spurningar til tykkum, ið eg - og mong onnur, eri eg vís í - fegin vil hava svar uppá. Nakrir miðlar móttaka hendan teldupostin eisini. 
Svanar verja ungarnar hjá sær, sum flest onnur djór. Hví avgjørdu tit at taka lívið av svanunum fyri ein atburð, ið er púra náttúrligur? 
Vita tit um dømir, har svanar hava gjørt álvarsligan skaða á fólk? 
Er avgerðin, um at taka lívið av svanunum, tikin í samráð við serfrøðingar? 
Hvat hevur Eiðis Kommuna gjørt fyri at upplýsa borgarar og vitjandi á Eiði um svanar og teirra náttúrliga tørv og atburð? 
Hvat ætlar Eiðis Kommuna at gera í framtíðini, um svanar nú aftur skuldu búsett seg á Eiði?
  
  
placeholder

Meira langlesnaður