Svanur legði á kajakkrógvara sum druknaði

2016-06-29 09:38 Author image
Sigmund Vang

Kendasta dømi í nýggjari tíð er frá Chigaco í apríl 2012, tá ein maður, sum í mong ár hevði havt áhuga fyri einum svanapari og dagliga hevði vitjað tað og givið tí mat, varð álopin. Hann var staddur í kajakk síni, tá annar svanin legði á, koppaði kajakkini og bardist við mannin, til hann at enda druknaði og sakk til botns.

Í grein á heimasíðuni hjá Chicago Tribune sigur fuglafrøðingurin Dough Stotz, at nógv fólk ikki vita hvussu sterkir og ágangandi svanir kunnu vera – serliga tá teir hava ungar.

Tað er ofta komið fyri, at svanir jagstra smærri bátar og jollur, sum koma inn á økið hjá svanaparinum, meðan teir reiðrast ella hava ungar. Og svanir leggja einki í, um hóttanin kemur frá einum djóri ella menniskja, sum er størri enn svanin.

Tveir normenn vóru fyri nøkrum árum síðani álopnir, tá teir sigldu í einari jollu á eini á í Norra. Og svanin bleiv við at jagstra teir. Meðan annar normaðurin royndi at verja seg við einari ár, fekk hin filmað hendingina. Filmurin sæst niðanfyri.


Normenn verða álopnir av svani. Video sæst HER


Greinin í Chicago Tribune kann lesast HER

 

Meira langlesnaður