Svartkjaftur á uppboði: Framvegis eingin áhugi

2016-09-06 12:05 Author image
Sigmund Vang

Heldur ikki í dag eydnaðist tað Fiskimálaráðnum og Vørn at selja kvoturnarnar til tey 5000 tonsini av svartkjafti á uppboði, sum upprunaliga skuldu verið seld í gjár.

Í gjár varð ásettur ein minstiprísur upp á 30 oyru fyri kilo. Í dag varð minstiprísurin lækkaður til 18 oyru fyri kilo, men heldur ikki í dag kom nakað boð.

Tað teknar ikki gott fyri tey 20.000 tonsini, sum eftir ætlan skulu seljast næstu vikurnar í fýra umførum.

Uppboðssølurnar í gjár og í dag vóru "opnar", sum tað verður rópt, tá tey, sum bjóða, síggja boðini hjá øllum, sum bjóða. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum sigur við Kringvarpið, at nú verður ein roynd gjørd hósdagin, har tey, sum bjóða, kunnu bjóða afturlatið - tað vil siga, at eitt boð verður sent, sum kappingarneytarnir ikki síggja.

 

placeholder

Meira langlesnaður