Eingin vildi keypa svartkjaftin

2016-09-05 17:15 Author image
Sigmund Vang

Fría uppboðssølan av 5000 tonsum av svartkjafti, sum Fiskimálaráðið og Vørn hildu í dag, gekk ikki so væl. Tríggir keyparar høvdu teknað seg, men eingin teirra bjóðaði.

Við Kringvarpið sigur ein teirra, Hanus Hansen, reiðari á Nærabergi, at minstiprísurin, sum landið hevði sett, var ov høgur. Til søluna í dag bleiv boðað frá, at minstiprísurin skuldi vera 30 oyru fyri kilo. Hanus Hansen heldur, at 10 oyru fyri kilo sum minstaprís vildi verið meira realistiskur.

Sølan, sum skuldi vera í dag, er útsett til í morgin, týsdag, klokkan 11, og tá verður væntandi ein annar minstiprísur galdandi.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður