Dagført: 5000 tons av svartkjafti fóru fyri 1,5 mió

2016-09-05 12:50 Author image
Sigmund Vang

Í dag klokkan 15 og aftur mánadagin 12. september verður opin uppboðssøla av svartkjafti. Fiskamarknaður Føroya stendur fyri at selja tey 5000 tonsini, sum verða boðin út í dag og aftur 5000 tons komandi mánadag.

Svartkjafturin verður seldur í 15 linjum ella umførum. Fyrsta linjan inniheldur 240 tons og síðani eru 14 umfør við 340 tonsum í hvørjum.

Fyri at bjóða er neyðugt at vera skrásettur sum kundi hjá Fiskamarknaðinum, eins og trygd fyri peningi skal latast Fiskimálaráðnum og Vørn.

Nýggjasta: Sølan endaði við, at Vørn fekk 1,5 millión fyri tey fimm tonsini av svartkjafti.

placeholder

Meira langlesnaður